Nógv trolvirksemi í Fuglafirði

Í hesum døgum leitar Vónin eftir royndum trolfólki til framleiðslu og umvælingar av flótitrolum.

Tað er nógv virksemi á trolvirkinum Vónini, og í løtuni vantar virkinum roynd trolfólk til framleiðsluna í Fuglafirði. Um dagarnar verður soleiðis lýst eftir fýra royndum trolfólkum at byrja í Fuglafirði skjótast gjørligt.

 

- Okkum vantar fólk til framleiðslu-og umvælingararbeiði av flótitrolum á nýggja virkinum í Fuglafirði, sigur Sámal Olsen, sum er framleiðsluleiðari innan flótitrol hjá Vónini.

 

Hann vísir á, at trolvirkið eisini hevur áhuga fyri royndum fólki, sum sigla og sum kanska hava hug at arbeiða við flótitroli, meðan tey eru heima millum túrar. 

 

Sámal Olsen heldur fyri, at tað var meira vanligt fyri nøkrum árum síðan, at menn, sum vóru heima millum túrar, kundu taka eina hond í á trolvirkinum.

 

- Kanska spælir tað inn í dag, at hýrurnar eru betri – ella frítíðin er dýrabarari – og tí hava vit minni tilknýti til hesi fólk í dag, enn vit onkuntíð hava havt, sigur  framleiðsluleiðarin.

 

Virksemið hjá trolvirkinum Vónini í Føroyum liggur á fleiri støðum. Í nýggja bygninginum úti á havnalagnum í Fuglafirði eru flótitrolini, og á virkinum á Vestaru Bryggju í Havn eru botntrolini.

 

Virksemi við alinótunum er við Norðskála og partvís á Nótavirkinum í Fuglafirði.

 

- Á Nótavirkinum arbeiða vit serliga við nótum til uppsjóvarfisk, eitt nú sild, lodnu og makrel, og síðan verður ein partur av gólvinum í Fuglafirði brúktur til alinótir, sigur Sámal Olsen.