Seinasta flogfarið, sum skuldi koma í gjárkvøldið, fekk ikki lent, tí tað var myrkt í toku, flogfarið fór til Bergen, tað stendur at koma kl. 11:35. Í morgun eru líkindini ikki matari - nógv toka - flogførini, sum eiga at koma kl. 13:35 og 20:15 eru bæði útsett, ávikavíst til 17:15 og 23:15.
21-02 11:35 RC1457 Bergen DIV Bergen
21-02 13:45 17:15 RC453 Copenhagen
21-02 20:15 23:15 RC457 Copenhagen
Tvey flogfør skulu fara úr Vágum í dag, tey eru eisini útsett, flogfarið, sum skuldi fara kl. 8:15 er útsett til 12:15 og flogfarið, sum skuldi fara kl. 14:45 er útsett til kl. 18:00
21-02 08:15 12:15 RC450 Copenhagen
21-02 14:45 18:00 RC454 Copenhagen
Hann er útsynningur í ættini, vindferðin liggur um 8 m/sek, um 19-tíðina í kvøld verður hann vestan í ættini, tá fer vindferðin at liggja um 14 m/sek.