Nógv tey flestu av teimum ferðandi eru norðurlendingar

33125 ferðafólk hava skrásett sín tjóðskap í 1. ársfjórðingi í ár - 3092 av hesum høvdu tjóðskap uttanfyri Evropa

 

Ferðavinnan og aðrir áhugabólkar hava í longri tíð fregnast eftir hagtølum um tjóðskap teirra ferðandi um flogvøllin. Loksins hevur Vága Floghavn fingið neyðuga skipan til at fremja skráseting av ferðafólkum.

Fyrsta kanningin um tjóðskap teirra ferðandi er nú gjørd, og hagtølini fyri 1. ársfjórðing 2019 eru almenn.

Kanningarnar fara fram á tann hátt, at ferðafólk skráseta seg í sambandi við check-in, tá farið verður úr Føroyum. Hendan kanningin fatar um 33125 ferðafólk, sum hava skrásett sín tjóðskap í 1. ársfjórðingi í 2019. Yvirlitið niðanfyri er ein samandráttur av úrslitinum af fyrstu kanningini. 

##med2##

Tveir triðingar føroyingar

Hagtølini vísa í høvuðsheitum, at tveir triðingar av teimum ferðandi vóru føroyingar, meðan ein triðingur var útlendingar.

Kanningin vísir eisini, at áleið fimti hvør ferðandi hevði danskan tjóðskap. Hetta merkir, at um 86% av teimum ferðandi vóru føroyingar og danir. Tilsamans vóru 3092 ferðafólk umvegins flogvøllin í fyrsta kvartalið, ið høvdu tjóðskap uttanfyri norðurlond.

- Ferðafólkini verða framhaldandi skrásett, so vit fáa haldgóð hagtøl og vit kunnu betra um umstøður og tænastustøði í føroysku ferðavinnuni, sigur Gudny Langgaard.