Nógv skip komin til Havnar at mótmæla

Í sambandi við, at tingið í dag fer at hava 1.viðgerð av uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni, er hópur av skipum komin á Havnina at mótmæla

Formliga eru tað bert Fiskimannafelagið og Navigatørfelagið, sum hava kallað limir saman til mótmnælir, men Havnin verður helst full av mótmælisfólkum í dag.

 

Ein hópur av stórum skipum - serliga uppsjóvarflotin - er komin á Havnina í morgun og fleiri eru á veg. Stóru uppsjóvarskipini fylla nógv framvið bryggjuni og í Nólksoyuarfirði síggjast fleiri teirra á veg.

 

Sjálvt um reiðararnir ikki formliga hava boðað frá mótmælum í dag, so er ongin ivi um, at teir eru ímóti nýskipanaruppskotinum og lata skipini fara inn við manningunum, sum mótmæla.

 

Nýskipanaruppskotið verður viðgjørt í Løgtinginum fyrrapartin