Nógv sild í føroyskum sjógvi

Finnur Fríði hevur verið á sildaveiði norðanfyri og verður ætlandi á Kollafirði í nátt ella í morgin við 700 tonsum av sild. Teir høvdu eisini eitt kast á Fugloyartunguni, har teir eisini fingu góða sild. Miðalstøddin táttar í 400 gramm, sigur skiparin Andre Hansen, við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen.

Á heimasíðuni hjá Varðanum í Gøtu verður sagt, at Finnur Fríði herfyri landaði 1.300 tons av sild í Værøy í Noregi. Hetta var hin 24. og 25. oktober.

- Tað, sum var so serligt við hesi landingini, var, at Finnur Fríði fekk hægsta prís fyri sild, sum nakrantíð er selt um Norges Sildesalgslag. Hetta snýr seg um miðalprís fyri eina heila last av sild. Prísurin, sum Finnur Fríði fekk, var heilar 7 norskar krónur fyri kilo.

Sagt verður, at Finnur Fríði fekk sildina í føroyskum sjógvi á leiðini 64 stig norður og 4 stig vestur.

- Tað er nógv sild at fáa í føroyskum sjógvi og støddin, sum skipini fáa, er nógv betri enn sildin í norskum sjógvi. Hesi 1300 tonsini høvdu eina miðalvekt á 390 gram, og stór sild gevur vanliga betri prís, verður sagt á heimasíðuni hjá Varðanum í Gøtu