Hondbóltur
Kvinnuliðið hjá VÍF avgreiddi sín setning, tá tær mikukvøldið høvdu vitjan av Søljuni.
Søljan hevur seinasu umførini givið greið tekin um, at tær ætla at toga seg longur upp á talvuni, men í Vestmanna var tó ikki tað stóra hjá teimum at gera.
VÍF fekk annars ein lítlan skelk tíðliga í dystinum, tá tær fingu leikara rikna av vølli, men hetta tóktist tó ikki at nerva avrikið stórvegis.
Fyri steðgin togaðu tær seg spakuliga frá Søljuni, og tá liðini komu út til seinna hálvleik, vaðr allur ivi beindur til viks. Eftir einum korteri var munnurin varð øktur upp í 25-10, og so var ikki stórt meira at gera hjá Søljuni. Restina av dystinum tók VÍF tað meira róligt, og einasti dramatikkurin vóru tvey reyð kort til Søljuna, tá tvær av leikarunum fingu sína trijðu útvísing.
Hvussu er og ikki, so heldur VÍF við sigrinum fast í stuttu frástøðuni upp til VB, soleiðis at liðið møguliga kann ota seg upp á silvurplássið. Hjá Søljuni tykist støðan nú vera tann, at tær einamest bíða eftir dystunum móti hinum liðunum, sum eru niðarliga stødd á talvuni, soleiðis at tær kanska kunnu klintra seg upp á fimta plássið.
Dysturin í tølum
VÍF-Søljan 32.15 (14-9)
Málskjúttar
VÍF: Irina Radovici 7, Jacklin Durhuus 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Ioana Rápa 4, Sóley Mikkelsen 3, Eyðritt Andreasen 3, Fríða Marjunardóttir 2, Linda Johannesen 2
Søljan: Heidi Maria Akselsen 5(1), Arnleyg Haraldsen 4, Nicoleta Radu 3, Hertha Simonsen 1, Irdi Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 1, Søljan 3
Útvísingar: VÍF 2, Søljan 7
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reyt), Søljan 2 (3X2 minuttir í báðum førum)
Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karsten Joensen.