Nógv rørsla hjá børnum

Strendur: Hósdagin byrjar eitt serligt tiltakið - ein rørslutími - fyri børn, ið eru fødd 2008 – 2009. Tiltakið er í fimleikarhøllini í Stranda skúla.

Á hesi løtuni er ætlanin at børnini skulu nema við rútmu, reiðskap og sangspøl, við tí í hyggju at stimbra rørslu og sansir, eins og barnið mennir málið ígjøgnum hesi sangspølini.

Sagt verður, at rútma merkir smáar samansetingar av rørslum har tónleikur ella annað verður brúkt til at gera í takt við; reiðskapur er t.d. bólta rút, ganga á bjálkum, og sangspølini stimbra rørslu og menna eisini málið hjá barninum.

Tiltakið byrjar hósdagin klokkan 17:30 og endar ein tíma seinni.