Nógv nýggj tingfólk

Sambært nýggjastu veljara­kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, so verður stór útskifting av fólkum á tingi. Bara 16 av teimum 33 fólkunum, sum vórðu vald á ting 19. januar 2008 standa til at verða afturvald.

Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin stendur til fram­gongd og til at fáa átta tingfólk. Sambært kann­ing­ini verða hesi vald:
1. Annika Olsen
2. Jacob Vestergaard
3. Bjarni Djurholm
4. Jógvan á Lakjuni
5. Hanus Samró
6. Jørgen Niclasen
7. Bogi Andrasen
8. Brandur Sandoy/
Pauli T. Petersen/
Johanna Christiasen

Ikki afturvald:
Jákup Mikkelsen

Fólkaflokkurin vinnur ein ting­sess afturat. Her er at leggja til merki, at Annika Olsen millum fólka­floks­velj­arar vinnur »formans­valið«. Næstur verður Jacob Vester­gaard, sum var topp­skorari seinast. Jørgen Niclasen stendur til verða numm­ar seks álistanum, aftan á ungdómsvalevnið Hanus Samró. Eisini nýggi fólka­floks­maðurin, Bogi Andreasen, sum er valdur í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi, verður valdur. Á áttanda plássi stendur á jøvn­um millum Brand Sandoy, Paula T. Petersen og Johonnu Christiansen.
Her sæst eitt nú, at Jákup Mikkelsen í Klaksvík ikki er millum tey tíggju fyrst valdu á fólkaflokslistanum.

Sambandsflokkurin
1. Kaj Leo Johannesen
2. Alfred Olsen
3. Bárður Nielsen
4. Bjørn Kalsø
5. Helgi Abrahamsen
6. Johan Dahl
7. Edva Jacobsen
8. Reimund Langgaard/Terji Davidsen

Ikki afturvald:
Rósa Samuelsen

Sambandsflokkurin vinnur eisini ein tingsess afturat teimum sjey, sum flokk­urin fekk seinast. Av teim­um fimm á listanum, sum vórðu vald seinast, er tað bara Rósa Samuelsen sum sam­bært kanningini ikki stendur til afturval. Tey nýggju ting­fólkini eru Helgi Abra­hamsen og Edva Jacobsen, sum hava sæti sum varafólk. Bárður Nielsen, sum ikki stillaði upp seinast, stendur til at blíva valdur saman við annaðhvørt Reimundi Langgaard ella Terja Davidsen á áttanda plássi.

Javnaðarflokkurin
1. Aksel V. Johannesen
2. Gerhard Lognberg
3. Kristin Michelsen
4. Eyðgunn Samuelsen
5. Rigmor Dam
6. Henrik Old

Ikki afturvald:
Helena Dam á Neystabø
Hans Pauli Strøm
John Johannessen

Javnaðarflokkurin stendur til stóra útskifting. Av teim­um trimum á listanum, sum vórðu vald seianst og sum stilla uppaftur, er tað bara Gerhard Lognberg, sum stendur til afturval. Aksel Johannesen stendur til at verða fyrstvaldur á listanum. Eyðgunn Samuelsen, sum situr sum varafólk á tingi, stendur til at verða vald - saman við Kristini Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, Rigmor Dam og Henriki Old, fyrr­verandi tingmanni.
Her er at leggja til merkis, at landsstýrisfólkini Helena Dam á Neystabø og John Johannessen ikki standa til afturval saman við Hans Paula Strøm, fyrrverandi lands­stýrismanni.

Sjálvstýrisflokkurin
1. Kári P. Højgaard

Ikki afturvald:
Kári á Rógvi

Nógv hevur verið gitt um lagnuna hjá Sjálv­stýris­flokk­inum. Men sambært kann­ingini stendur Kári P. Højgaard til afturval. Her hevur verið gitt, um Kristianna Winther Poulsen, sum gjørdist toppskorari á fólka­tingsvalinum, ella eitt nú Jógvan Skorheim, vara­borgarstjóri í Klaksvík, fóru at hava ein møguleika.
Sambært kanningini verð­ur floksformaðurin, Kári á Rógvi, ikki afturvaldur.

Tjóðveldisflokkurin
1. Høgni Hoydal
2. Sirið Stenberg
3. Gunnvør Balle
4. Bjørt Samuelsen
5. Annita á Fríðriksmørk
6. Páll á Reynatúgvu/
Óluvá Klettskarð/
Kristina Háfoss

Ikki afturvald:
Bergtóra Høgnadóttir
Heini O. Heinesen

Tjóðveldisflokkurin stendur til at missa tveir tingsessir. Sosialurin skrivaði í einum priki á síðu 2 nú um dagarnar, at Høgni Hoydal fór at sita sum einsamallur hani millum seks konufólk í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum. Sambært veljarakanningini er hetta ikki av leið. Høgni Hoydal verður valdur á fyrsta plássi. Fýra kvinnur verða valdar á næstu plássunum, með­an Páll á Reynatúgvu, Óluvá Klettskarð og Kristina Háfoss kappast um síðsta og sætta plássið.


Miðflokkurin
1. Jenis av Rana
2. Mia av Kák Joensen/Karsten Hansen

Ikki afturvald:
Bill Justinussen
(Karsten Hansen?)

Miðflokkurin stendur til at missa ein tingsess. Jenis av Rana verður sambært kann­ingini afturvaldur – hesa­ferð á fyrsta plássi. Á val­inum í 2008 varð hann valdur á triðja plássi aftan fyri Karsten Hansen og Bill Justinussen. Hin sessis skulu Mia av Kák Joensen og Karsten Hansen sambært kann­ingini kappast um.
Framsókn
1. Poul Michelsen
2. Tróndur Djurhuus/
Sámal Petur í Grund/
Hanna Jensen

Floksformaðurin Poul Michelsen verður sambært kann­ingini valdur á fyrsta plássi. Hin sessin skulu tey trý, Tróndur Djurhuus, Sámal Petur í Grund og Hanna Jensen kappast um.







eirikur@sosialurin.fo