Nógv minni svartkjaftur í ár

Kanningar, sum Magnus Heinason hevur gjørt sunnan fyri Føroyar, vísa, at tað er nógv minni til av svartkjafti í ár enn undanfarin ár. Tey føroysku kanningartølini verða í hesum døgum sett saman við tølunum frá hinum luttakandi rannsóknarskipunum, sum vóru úr Niðurlondum, Írlandi, Russlandi og Noregi.

Men Havstovan sigur, at fyribilstølini frá Magnus Heinasyni vísa eina stóra minking í stovninum, og serliga lítið var at síggja úti á og í vestara parti av kannaða økinum. Tað var bert eystur móti hellingini í skotskum sjógvi, at nøkur nøgd av svartkjafti var at síggja, sigur Havstovan.

Hinvegin vóru tekin um tilgongd av tvey ára gomlum svartkjafti millum bankarnar í føroyskum øki. Hetta er fiskur, ið ikki er kynsbúgvin og tí ikki gýtir fyrr enn næsta ár.

-Vit vita ikki, hvussu nógv er til av hesum árgangi, men tað er at vóna, at hann kemur fyri seg. Vit hava staðfest, at árgangirnir frá 2004-2007 eru vánaligir, skrivar havstovan á heimasíðu síni.

Havstovan sigur, at fitt av lakssild var at síggja í øllum økinum, hon stóð sum ein lind oman fyri prikkafiskin.

Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har vit luttaka saman við Noregi, ES (Írlandi og Hollandi) og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longur suðuri.