Rithøvundin Oddfríður Marni Rasmussen helt heiðursrøðu fyri Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum fekk virðisløn til ungt listafólk á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld.
Oddfríður Marni Rasmussen hevur sum ein av trimum føroyingum gingið á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, har Anna Malan Jógvansdóttir nú gongur.
- Nógv menniskju føðast tvær ferðir. Fyrstu ferð er, tá tey kropsliga koma í verðina. Aðru ferð er, tá tey varnast, at hetta skal eg gera restina av lívi mínum óansæð hvat og hvussu, segði Oddfríður Marni Rasmussen.
- Vit skapa ikki list, tí vit vilja gerast rík. Tað er eingin poetur, sum kann liva av at skriva yrkingar. Men hendan virðislønin hjálpir tær Anna Malan, segði Oddfríður Marni Rasmussen í heiðursrøðuni.