Nógv meiri olja í Barentshavinum enn higartil hildið

Olja og gass fyri 2.500 milliardir norskar krónur er í norska partinum av Barentshavinum

Loyniligar metingar, sum oljufelagið Statoil hevur gjørt, og sum blaðið Aftenposten hevur fingið fatur á, vísa, at tað er nógv meiri olja í gass í Barentshavinum enn higartil hildið.
Sambært hesum metingunum eru umleið 12 milliardir tunnur av olju og gassi í norska partinum av Barentshavinum. Við dagsins prísi svarar hetta til 2500 milliardir norskar krónur ella hálva triðju ferðir tað, sum er í almenna norska oljugrunninum, skrivar Aftenposten.
Kunningarstjórin hjá Statoil, Kristoffer Hetland, sigur við blaðið, at felagið hevur ikki nakrar neyvar metingar um, hvussu nógv olja er í Barentshavinum, men onnur oljufeløg, sum Aftenposten hevur tosað við, halda upplýsingarnar hjá blaðnum vera á góðari leið.
Oljumálaráðið í Oslo sigur seg heldur ikki hava nakra neyva meting um, hvussu stórt oljuríkidømið í Barentshavinum er.