Formel 1
Tað er í Monako, at liðini bjóða sínum hvøvuðsstuðlum á vitjan, og tað er í Monako, at høvuðsstuðlarnir bjóða øllum teimum ríku og kendu á vitjan. Formel 1 koyringin var eitt av hæddarpunktunum á árinum hjá Rainier fúrsta, sum plagdi at handa steypið til vinnaran. Hann segði í eini samrøðu fyri nøkrum árum síðan, at mest vinnandi koyrarin í Monako, Ayrton Senna, var eisini tann mest ófólkaligi koyrarin, sum hann hevði hitt.
Hann passaði ongantíð ordiliga inn í snobbuttu døgurðahaldini aftan á koyringina. Hann plagdi at koma til døgurðan við konufólki av ivasomum uppruna. Hetta fall ikki í góða jørð hjá prinsinum.
Senna vann koyringina í Monako seks ferðir. Men Monako var somuleiðis breytin, har Senna sló Eddie Irvine aftan á eina koyring, tí hann metti, at nýbyrjaði írin hevði koyrt vandamikið.
Í ár hevur Red Bull bjóða filmskaparanum Georg Lucas og hinum, sum spæla í Star Wars, á vitjan. So Red Bull koyrarin David Coulthard noyðist kanska at velja í millum tí ljósu- og myrku síðuna, áðrenn hann setur seg í bilin sunnudagin, fyri at jagstra sín triðja sigur í Monako.