Nógv lív – men stak friðarligt

Men løgreglan hevur hjálpt nógvum fólkum til hús

Tað hava verið nógv tiltøk kring landið, og rættiliga nógv fólk hevur verið í býnum kring landið . Í Havn høvdu tey ein dag á grynnuni, á Toftum var bátastevna og í Vági var tónleikastevna.

Men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Løgreglan hevur kannað ferðsluna, skeinkistøð, og onnur viðurskifti, í sambandi við hesi titøkini, men har var alt eftir forskriftunum.

Eitt nú kannaðu tey ferðsluna og skeinkistøð í sambandi við tónleikastevnuna í Vági, men har var einki at viðmerkja.

Men tá ið nógv tiltøk eru, verður eisini nógv drukkið, og løgreglan hevur havt fitt av arbeiði at hjálpa fólki, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.  

Serliga varð hugsað um fólk, sum lógu avdottin uttandura, tí tað var so kalt í nátt, at tað var ikki ráðiligt at liggja uttandura. Tey vóru so hjálpt á føtur, og varð framvegis mett, at tey ikki kláraðu seg sjálvi, vórðu tey koyrd til húsar.

Í Runavík varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt, hann koyrdi 109 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fekk eitt klipp í koyrikortið.