Nógv lív í føroyska fótbóltinum í Keypmannahavn

ÍF Føroyar luttekur við trimum liðum, og tey vinna nógv tær flestu ferðirnar. Besta liðið nærkast seriu eitt, og næstbesta liðið er, sum teir siga, eisini hótt av uppflyting

ÚTISETAFÓTBÓLTUR

Føroyski fótbólturin í Keypmannahavn stórtrívst. ÍF Føroyar luttekur við trimum liðum í landskappingum, og sambært heimasíðuni hjá felagnum ? fotboltur.dk ? so hilnast tað úrslitaliga væl. Besta liðið er í seriu 2, og teir eru á odda. Næstbesta liðið er í seriu 3, og teir liggja eisini til uppflyting ella, sum heimasíðani tekur til, so er næstbesta liðið hótt av uppflyting! Og tað gongst eisini sera væl hjá 3. liði.
Mest sum allir, ið eru við til at manna besta liðið, hava fyri stuttum spælt í 1. deild í Føroyum, og teir flestu teirra høvdu ivaleyst verið evni til besta liðið í barndómsfeløgunum, um teir nú komu aftur til Føroya og vandu eins nógv, sum tað verður gjørt í føroysku 1. deildini.
Føroyingarnir í Keypmannahavn venja ? í hvussu so er teir, sum spæla á besta liðnum ? men teir venja ikki so nógv. Heimavøllurin er, sum hann hevur verið í mong ár, á Kløvermarkini, og teir venja týsdag og hósdag.
Tað eru fýra av 26 umførum eftir at spæla í seriu 2. Tvey lið flyta upp í næstu røðina. Eftir at teir í heyst hava spælt fimm dystir á rað, uttan at teir hava tapt, lá Føroyar undan síðsta vikuskiftinum heilt væl fyri at flyta upp. Teir eru framvegis væl fyri, men tað er komin meiri spenningur í, eftir at teir sunnudagin taptu 2?1 ímóti KFB.
Hetta liðið tykist vera marran hjá føroyingunum í ár. Í vár vunnu føroyingarnir sjey teir fyrstu dystirnar, men so taptu teir 4?3 ímóti KFB, eftir at Føroyar høvdu verið frammanfyri 3?0, og í regninum og vindinum sunnudagin var aftur galið. Sambært heimasíðuni hjá ÍF Føroyum kom einki mál í 1. hálvleiki, tá føroyingarnir høvdu nógv meiri spæl og fleiri møguleikar. Í 2. hálvleiki kom mótstøðuliðið framum 2?0, áðrenn Jørgin Meitilberg við stútara minkaði um munin.
Á heimasíðuni verður undirstrikað, at nú verður tað neyðugt at stríðast, um tað skal eydnast at gera dreymin um uppflyting til veruleika.
Sunnudagin var manningin á føroyska liðnum henda: Sunnvard Joensen, Herbert í Lon Jacobsen, Kári Sigvardsen, Niclas Niclasen, Ari Thomassen, Hegga Samuelsen, Eyðun Højgaard, Magni Mohr, Jan Guttesen, Finn Mørk, Høgni Hansen, Valbjørn Jacobsen, Jørgin Meitilberg og Eyðun Jensen.
Umframt á heimasíðuni hjá felagnum, sum ofta verður dagførd, ber til at fylgja við, hvussu tað gongst hjá besta føroyska liðnum á hagtalssíðunum í mánadagsútgávuni av Politiken.
Næstbesta liðið hevur í seriu 3 vunnið fýra teir síðstu dystirnar við málmuninum 24?2, og 3. liðið hevur í seriu 4 spælt seks dystir upp í slag uttan at tapa.

Knípti at minnast navn og føðingardag
Ivaleyst allir føroyingar, sum hava roynt seg eitt sindur í fótbólti, og sum í útbúgvingarørindum hava búleikast í danska høvuðsstaðnum, munnu hava spælt meiri og minni við ÍF Føroyum. Og tað renna ivaleyst nógv hungalig og stuttlig minni fram fyri fyrrverandi útisetar og fótbóltsspælarar í Keypmannahavn, tá teir hoyra ella lesa um ÍF Føroyar.
Nógvu tey fyrru árini luttók ÍF Føroyar í Dansk Arbejder Idræt ella DAI kappingini, sum tað varð nevnt. Fyri ikki so nógvum árum síðani flutti føroyska fótbóltsfelagið úr DAI og í økissamband undir DBU.
Tað tykist sum um ? í hvussu so er á besta liðnum ? at tað verður gjørt meiri við skriviarbeiðið, enn tað plagdi at verða.
Tað var so mangan, at einir 6?8 føroyingar stóðu á onkrum vølli í Keypmannahavn, og tá ásetta dystartíðin var komin, heittu teir á dómaran um at fáa dystin útsettan teir tíggju minuttirnar, sum tað var loyvt at biðja um. So komu aðrir tuskandi, og sum 1. hálvleikur leið varð liðið fullmannað. Føroyingar hava altíð havt trupult við at rokna ferðingartíðina út, og tað varð mangan hildið, at tað fór at bera til at finna fram til ferðamálið, meðan man ferðaðist.
Skrásetingin av spælarunum var ikki altíð so neyv. Tí var tað vanligt, at spælararnir undan dystarbyrjan fingu at vita, hvørjum navni teir spældu undir, og so var neyðugt at skriva navn og føðingardag í lógvan. Tað var komiskt, um dómarin fann uppá at spyrja um navn og føðingardag. Spælarin noyddist at lúra í lógvan, áðrenn hann var førur fyri at svara fyri seg sjálvan!

Skinnararnir
Tá tað fyri einari lítlari fjórðingsøld síðani varð kravt, at allir spælararnir skuldu hava beinskinnarar, var hetta ein stórur trupulleiki hjá útiseta føroyingunum, tí tað vóru ongantíð allir, sum høvdu beinverjur.
Tveir hættir vórðu vanliga nýttir at loysa tann trupulleikan uppá. Annar var, at tað altíð skuldi liggja í hvussu so er eitt par av skinnarum á síðulinjuni. Tá dómarin legði til merkis, at ein spælari ikki hevði skinnarar og bað hann fara eftir beinverjum, so var tað ikki nakar trupulleiki. Men so skuldi ein annar spælari ? sjálvandi uttan at dómarin legði tað til merkis ? leggja sínar skinnarar á staðið, har hin fyrri hevði tikið skinnararnar, og soleiðis mól myllan.
Hin mátin var, at nakrar síður úr Politiken ella einum av hinum morgunbløðunum, sum spælararnir plagdu at lesa í tokinum á veg til útidystirnar, vórðu kroystar niður í hosurnar. Ivaleyst mundu nógvir dómarar síggja, hvussu skilið var, men ofta lótu teir seg ikki at uppdaga, at talan ikki var um rættuligar skinnarar, men heldur um síður úr bløðunum!
Føroysku útiseta spælarunum í ÍF Føroyum verður ynskt alt tað besta og ein góðan endaspurt í landskappingini. Ivaleyst spæla teir nú undir røttum nøvnum og føðingardøgum og við orduligum beinskinnarum niðri í hosunum!