Nú verður nógv lættari at sleppa av við tómar fløskur og tóm blik.
Fyrsta apríl kemur ein nýggj lóg í gildið, sum førir við sær, at tá kunnu øll lata øll blikk og allar fløskur inn í sama handli ella somu kiosk.
Sostatt kann handilin, sum selur fløskur og blikk, ikki nokta at taka ímóti fløskum ella blikkum, sum tey ikki selja sjálvi.
Tó kunnu handlar og kioskir, sum ikki hava fløskuautomat, avmarka nøgdina tey taka ímóti hvørja ferð til 30 fløskur og blikk.
Handilin kann heldur ikki avmarka móttøkuna til ávísar tíðir.
- Øll, sum selja fløskur og blikk við drekkivørum, hava skyldu at taka ímóti tómum íløtum somu tíðir, sum tey
hava opið.
Endamálið við hesum nýggju reglunum er, at í 2020 skulu í minst 95% av øllum fløskum og blikkum, sum verða seld, koma inn aftur til endurnýtslu, sigur Innlendismálaráðið










