Januar var so lýggjur í Oslo sum næstan ongantíð fyrr. Meðalhitin var fleiri stig oman fyri tað vanliga.
Norska veðurstovan hevur savnað hitamátingar síðani 1938, og bara einaferð, í 1989, hevur januar verið lýggjari enn í ár. Tað árið var meðalhitin í Oslo 2,3 hitastig. Í síðsta mánað var hann 1,6 stig. Harafturímóti vísa mátingarnar hesi 67 árini, at í meðal hevur meðalhitin í januar verið 4,3 kuldastig. Sostatt var meðalhitin í síðsta mánað næstan seks stig oman fyri tað vanliga, skrivar Aftenposten.
Veðurmaðurin Hans Olav Hygen sigur við blaðið, at tað er heldur sjáldsamt, at meðalhitin í januar er oman fyri frostmarkið. Hagtølini vísa, at tað hendi í 1974, 1975, 1983, 1988, 1989, 1990 og so aftur í ár. Hans Olav Hygen sigur, at tølini vísa týðiliga, at tað verður altsamt heitari á Jørðini.










