Fýra tey fremstu liðini eru tey einastu, ið ikki eru hótt av vanda fyri niðurflyting, og tey møta øll onkrum av lægru liðunum, ið royna at berja seg uppeftir.
B36 og Víkingur strúka avstað undan øllum hinum, og ikki langt aftan fyri tey koma so EB/Streymur og NSÍ, sum í løtuni eru eitt sindur í ongamannalandi, men kortini langt burtur frá niðurflytingarkappingini hjá hinum seks niðastu. EB/Streymur eigur tó ein dyst á og kann ota seg nærri hinum báðum fremru, tá hann er spældur.
B71, sum fyri viku síðani vann bert annan sigur sín í ár, er langt aftan fyri hini fimm, sum liggja so tøtt, at bert tvey stig eru frá nummar níggju upp til nummar fimm. Úr neðra eru hesi HB, ÍF, KÍ, B68 og 07 Vestur.










