Nógvir bilar hava koyrt seg í óførini í kavanum, sum legðist nú um jólini. Av politistøðini í Havn verður upplýst, at eini fýra bilar vóru farnir útav á Hjalla. Og vóru øll óhappini orsakað av hálku og vánaligum koyrilíkindum. Sjálvir bilarnir fórust illa, men ongin álvarsamur persónsskaði hevur verið.
Somuleiðis í Suðuroynni hava fleiri smærri ferðsluóhapp verið um jólini. Millum annað fór ein bilur útav vegnum í Lopra. Har fór bilurin í knús og førarin varð fluttur á sjúkrahúsið. Hann fekk tó ongan skaða.










