Nógv ógift í Keypmannahavn

Nýggj tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at meiri enn helmingurin av tí vaksna fólkinum í Keypmannahavn eru ógift. Heilt neyvt vísa tølini, at 52 prosent av teimum, sum eru eldri enn 17 ár, eru ógift.

Hetta er væl meiri enn aðrastaðni í landinum, og tað kann tykjast eitt sindur løgið, at í Norðursjællandi, sum ikki er so langt frá høvuðsstaðnum, eru færri ógift enn í nøkrum øðrum landsparti. Har eru 24 prosent av teimum, sum eru eldri enn 17, ógift.

Tá tað snýr seg um hjúnarskilnaðir, er munurin ikki so stórur millum landspartarnar. Lutfalsliga eru flestu skilnaðir eru á Bornholm, meðan fólk í Vesturjyllandi duga best at halda saman.