##med2##
Fyrrapartin vitjaði Bárður á Steig Nielsen frá bátastevnuni í Vestmanna sendingina "10.05" á FM1 fyrrapartin. Óli G. Samuelsen var vertur.
Í samrøðu við Óla G. Samuelsen greiddi Bárður á Steig Nielsen frá søguni, fyrireikingunum og skránni hjá bátastevnuni, ið verður í Vestmanna seinni hesa vikuna.
Stóra hæddarpunktið er leygardagin tá siglt verður av Fútakletti til Vestmanna.
Bárður á Steig Nielsen greiðir frá, at tað eru nógv fólk í Vestmanna, ið gera sítt til, at bátastevnan skal eydnast.
FM1 sendir sendingina "Bátaradio" leygardagin frá klokkan 12. Vilmund Jacobsen verður reportari. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen.
HER ber til at hoyra bátaradio-reportarin hjá FM1, Vilmund Jacobsen í samrøðu við Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini "Bátaradio".