- Verður frí rúsdrekkasøla í Føroyum, kunnu vit samstundis siga við vissu, at nýtslan fer at veksa.
Pál Weihe er formaður í Fólkaheilsuráðnum og hann er ikki í iva, tá ið vit spyrja hann um hansara støðu til, at vit fáa fría rúsdrekkasølu í Føroyum og sostatt ganga fólkaviljanum á møti, soleiðis, sum hann kemur fram í veljarakanningini, sum vit umrøða her í blaðnum í dag.
Og í hesum sambandi er støða hansara haraftur ímóti púra greið:
- Vit skulu ikki hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum.
Ikki ynskiligt
Hann vil bara siga sína hugsan útfrá einum fólkaheilsluligum sjónarmiði.
Og útfrá tí heldur hann als ikki, at tað er ynskiligt at veksa um nýtsluna.
- Skuldu vit gjørt nakað, skuldu vit heldur sett tiltøk í verk fyri at minka rúsdrekkanýtsluna, heldur hann.
Hann sigur, at fáa vit fría rúsdrekkasølu, er mest sannlíkt, at vit fáa somu rúsdrekkanýtslu sum tey hava í Danmark, har nýtslan er 11-12 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólki.
Í Føroyum er nýtslan niðri á undir sjey litrum um árið, ella beint undir tað.
- Tað er sanniliga ikki ynskiligt, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum verður økt, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Fleiri skaðar
Pál Weihe sigur, at í takt við at rúsdrekkanýtslan økist, veksa eisini heilsuligu og samfelagsligu avleiðingarnar fyri samfelagið.
- Fáa vit økta rúsdrekkanýtslu í Føroyum, vita vit eisini við vissu, at nýtslan fer at økjast og samstundis vita vit somuleiðis við vissu, at skaðarnir av rúsdrekkanýtsluni fara at økjast.
Hann sigur, at í hesum sambandi hugsar hann ikki bara um, at so verða tað fleiri fólk, sum fara at doyggja av drykkjuskapi.
- Eg hugsi um rúsdrekkaskaðar í víðastu merkist og sostatt hugsi eg eisini um at ovurnýtsla av rúsdrekka oyðileggur arbeiðsevnini hjá fólki, tað oyðileggur evnini at vera familjumenniskja og tað oyðileggur tey sosialu evnini at liva og virka ímillum fólk.
- Tað er so skjótt, at fólk, sum drekka, ikki geva sítt íkast til samfelagið, sum tey annars høvdu gjørt.
Hann vísir samstundis á, at danskir myndugleikar hava lækkað tilmælið fyri, hvussu nógv rúsdrekka, tað er ráðiligt at drekka, tí oman á alt annað, tykist rúsdrekka eisini at vera krabbameinselvandi.
Pál Weihe sigur, at gera vit rúsdrekka lættari atkomuligt, skulu vit bara vita, at tað fer at koma ein eykarokning til samfelagið, bæði menniskjansliga, sosialt og eisini í beinleiðis útreiðslum til heilsuverk, almannaverk og í niðursettum arbeiðsførleika og tað rokningina skulu vit vera til reiðar at rinda.
Formyndarí
Nú eru tað mong, sum halda, at tað er yvirformyndarí at hava so stranga rúsdrekkalóg og at fólk eiga sjálvi at gera av, hvussu nógv tey drekka?
- Tað er púra rætt. Men vit eru øll partur í vælferðarsamfelagnum, og tí má vælferðarsamfelagið eisini hava rætt til at seta tiltøk í verk, sum avmarka teir skaðar, sum vit vita við vissu, fylgja í kjalarvørrinum øktari rúsdrekkanýtslu.
- Seta vit tiltøk í verk, sum økja rúsdrekkanýtsluna, fer rokningin til vælferðarsamfelagið at veksa, og tí eigur vælferðarsamfelagið eisini hava ræt til at seta tiltøk í verk, sum avmarka nýtsluna.