Tað er brek við heilt nógvum fýrverki.
Tað staðfesta danskir myndugleikar, sum hava kannað eitt hampuliga stórt úrval av fýrverki. Myndugleikarnir staðfesta, at hóast fýrverkið er keypt frá góðkendum innflytarum, er tað so langt frá, at tað er trygt at brúka.
Danska Trygdarráðið hevur kannað eitt úrval av 23 ymsum fýrverki og av teimum vóru brek staðfest í 13 teirra.
Talan kann vera um rakettir, sum ikki fara nóg høgt upp og eksplodera beint við jørðina og um battarí, sum detta á liðina. Men talan er eisini um rómverjaljós, sum eksplodera, umframt onnur brek.
Alt hetta er til stóran vanda fyri brúkaran, sigur Charlotte Kryger, ráðgevari í Trygdarráðnum, fyri DR.
So hóast talan er um góðkent fýrverk og hóast trygdarbrillurnar sita á nøsini, eru allar orsøkir at vísa størsta varsemi.
Men Martin Sørensen, stjóri í Aalborg Fyrværkerifabrik, er ikki samdur í, at fýrverk er so hættisligt, sum tað verður gjørt til.
Hann veit dømi um, at Trygdarráðið hevur kolldømt fýrverk, tí fjúsið brendi eitt hálvt sekund ov leingi.
Hann vísir eisini á, at í Danmark meiðslaðu 237 fólk seg av fýrverki í fjør og tað heldur hann eru fá, tí tað verður so nógv fýrverk skotið.