Tað vísur frágreiðing hjá heilsustovnunum EFSA og ECDC. Frá 2008 til 2009 fullu tilburðirnir av salmonella-eitran úr 131.468 til 108.614. Fallið er meira enn 17 prosent eftir einum ári.
Í Danmark hevur fallið í salmonella-tilburðum verið serliga stórt. Fallið frá 2008 til 2009 var heili 42 prosent. Partur av søguni er tó, at talið í 2008 var óvanliga høgt í Danmark.
ES frágreiðingin vísir á, at orsøkir til fallið í tilburðum av salmonella-eitran frá mati er, at londini hava fingið ágóðan av stríðnum ímóti salmonella – serliga í eggjum og høsnarungum.










