Nógv færri herverksmál enn fyrr

Talið á herverksmálum minkað við 75 prosentum síðan 2007

Talið á herverksmálum er nógv fallið seinastu 13 árini.

Í 2007 skrásetti løgreglan í Føroyum góð 400 herverksmál, meðan tað talið í fjør var fallið niður á 100.

Michael Boolsen, fúti, metir, at ein av orsøkunum til góðu gongdina er SSP samstarvið, ið stendur fyri skúlaverk, sosialir myndugleikar og politi.

– Uttan at hava nakað statistiskt grundarlag fyri tí, kundi eg ímyndað mær, at tað hevur nakað at gera við, at vit fáa eitt gott prát við børnini um, hvat tað merkir fyri tey. Tí tað hevur avleiðingar fyri tey í mun til framtíðarmøguleikar, um tey fáa ein dóm fyri brot á revsilógina. Og eg haldi, at har tí eru fleiri, ið hugsa seg um, sigur Michael Boolsen og sipar til arbeiðið, ið verður gjørt umvegis SSP.

Les meira um broytingar í talinum á revsimálum í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast á netinum her.