Nógv færri føroyskar kvinnur fáa bróstkrabba

Í Føroyum doyggja nógv færri kvinnur av krabbameini í bróstunum, enn tað gera í okkara grannalondum.

Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann, um hann ætlar at bjóða føroyskum kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba.

Tað ætlar landsstýrismaðurin ikki fyribils, men hann hevur avgjørt at taka málið upp eftir nýggjár í stýrisbólkinum fyri krabbameinsætlanini.

Annars sigur Karsten Hansen, at nógv færri kvinnur doyggja av krabbameini í bróstunum í Føroyum enn aðrastaðni.

Í Føroyum eru 22 nýggir tilburðir um árið fyri hvørjar 100.000 kvinnur, men í hinum norðanlondum er tað 33 í árunum frá 2006-2010

Samstundis doyggja fimm kvinnur av hvørjum 100.000 kvinnum í Føroyum av bróstkrabba og í hinum norðurlondum eru tað 11.

Kjak er javnan um tað yvirhøvur tænir nøkrum endamáli at kanna kvinnur regluliga og nú vil landsstýrismaðurin hava ta nýggjastu vitanina á økinum og tað fer hann at taka upp við krabbameinsbólkin.

Onnur vísa á, at hóast ivi er um nyttuna av regluligum kanningum, eru tað fleiri londum, sum hava sett tað í verk og tað má vera ein orsøk fyri tað.

Landsstýrismaðurin vísir á, at higartil hava landsstýrisfólkini í heilsumálum ikki mett, at tað hevur verið rætt at seta hetta í verk, men nú verður tað so tikið upp.

Er niðurstøðan, at tað er eitt gott hugskot, verður tað sett í verk.

Hann sigur, at tað kostar ímillum tvær og seks milliónir.