Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men sambært amerikanska krabbameinsfelagnum er tað einki minni enn ein vend, at talið á fólki, sum doyðu av krabbameini, minkaði tvey prosent í árunum frá 2002 til 2004.
Amerikonsku hagtølini vísa, at munandi færri menn doyggja nú av lungna-, prostata- ella endatarmskrabbameini, og hjá kvinnunum er fallið serliga sjónligt hjá teimum, sum hava krabbamein í bróstunum ella tarmunum. Hinvegin veksur talið á kvinnum, sum doyggja av lungnakrabba, men tað veksur ikki so skjótt nú sum fyrr.
Amerikonsku granskararnir halda, at ein orsøk til, at færri doyggja av krabbameini nú enn fyrr, er betri eftirlit við royking, at fólk koma fyrr til kanningar, og at viðgerðin er batnað. At færri kvinnur doyggja av bróstkrabba kemst sambært granskarunum av, at hormonnýtslan er minkað.
Í USA verða 1,4 millión nýggir tilburðir av krabbameini skrásettir á hvørjum ári, og meiri enn triði hvør sjúklingur doyr av sjúkuni.