Væl av druknum fólki var í býnum í nátt, og fleiri ferðir fekk politiið fráboðanir um fólk, sum vóru dottin í fyllsskapi. Nøkur fóru á skaðastovuna, og onnur vórðu koyrd heim.
Klokkan sjey í morgun varð ein fullur maður settur í brummuna. Tá ið tað er runnið avhonum, verður hann avhoyrdur, tí hann varð tikin, eftir at hann hevði givið einum øðrum manni blátt eyga.
Í nátt var politiið eftir einum manni, sum sat og svav inni í Norðoyatunlinum við beinunum út á koyribreytina.










