Nógv fólk í býnum til mentanarnátt

Nógv fólk var í býnum í høvuðsstaðnum í gjárkvølið, tá árliga mentanarnáttin varð hildin. Hetta er vorðið sum ein minni ólavsøka við alsamt fleiri tiltøkum.

Á Bursatanga í havn hevði Tórshavnar Sløkkilið sum vant framsýning. Fólk kundu royna at ganga í roykfyltum bussi, fara upp í stigabilin og so varð eisini víst, hvussu eldur í bili kann sløkkjast, og hvussu fólk kunnu bjargast úr bilum, sum fara á sjógv.

Í Miðlahúsinum í Vágsbotni vitjaðu nógv fólk framsýningarnar hjá sjey ymsum listarkvinnum, Bojsensgarður (Gamli Bókhandlil) var opin, skipað varð fyri gongutúrum - hesaferð oman eftir Hoyvíksvegnum og hópin av øðrum tiltøkum. Og í Norðurlandahúsinum sang songfugur okkara, Anna Nygaard, saman við X-Factor orkestrinum.

Veðrið var av tí fræga - og hugnaliga tiltakið, nú summarið nærkast, er heilt vist komið fyri at verða.