Nógv fólk at aðalfundi

Leygardagin hevði Starvsmannafelagið sín 40. aðalfund

 

TÍÐINDASKRIV

Starvsmannafelagið

Starvsmannafelagið hevði ársaðalfund leygardagin 3. mars í Havnar Klubba.

Hetta var 40. aðalfundur felagsins. Umleið 1700 limir eru nú í Starvsmannafelagnum.

Rættuliga nógv fólk var á fundi, og vórðu vanlig felagsmál til viðgerðar.

Nevndarval var eisini á skránni og stóðu John Kjær og Marin Katrina Frýdal fyri vali. Marin Katrina bar seg undan afturvali, og í hennara stað varð Selma Ellingsgaard val, meðan John Kjær varð afturvaldur.

Hinir nevndarlimirnir eru: Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Heini Joensen og Ingun Olsen.

Tiltakslimirnir eru Suni Selfoss (afturvaldur) og Gunnvá Hansen (nývald).

Efirlønargrunnur Starvsmannafelagsins hevði aðalfund beint aftaná, og varð sitandi nevnd: John Kjær, Jákup Danielsen og Gunnleivur Dalsgarð afturvald.

Grunnurin er væl fyri og samtykt varð at fara undir at útbyggja tryggingarskipanina við trygging í sambandi við hættisligar sjúkur, sigur Starvsmannafelagið.