Tá Planet.fo í nátt um kl. 1 var á gátt í Posthúskjallaranum vóru hølini á tremur við fólki, ið vóru komin at lýða á Ung Stjørnuskot, ið spæla 24 tímar konsert.
Enn var hýrurin góður, og ungu stjørnuskotini, søgdu at eftir teir fyrstu 5 tímarnar kundi bara staðfestast at alt gekk uppá stás. Tiltakið hevði allatíðina verið væl vitjað, og tey ungu, ið skiftust at spæla og syngja vóru enn heilt væl fyri.
Onkur var farin útum í Tórsgøtu at svala sær á, men eisini her var góður hýrur.