Nógv er tengt at botnfiskavinnuni

Hin 27. mars 2018 brendi plattavirkið á Toftum í grund, og í løtuni er ikki greitt, hvussu verður við virkseminum í framtíðini.

 

Á havnalagnum á Toftum er virksemi í Kassamiðstøðini, Fiskamarknaði Føroya og Landingarmiðstøðini.

 

- Faroe Origin hevur saltfiskaframleiðslu í gamla Nyki. Hetta virksemi hevur verið støðugt og er vaksið nakað síðan byrjan. Felagið hevur ætlanir um spakuliga at veksa um framleiðsluna. Faroe Origin selur eisini ís til skip og virkir. Við Rætt heldur MJ Saltsøla til.

 

Tað siga tey í Nes kommunu, nú ársfrágreiðingin fyri 2017 alment er løgd fram. Lagt verður aftrat, at felags fyri virksemið í nevndu virkjum er, at tey eru tengd at botnfiskafiskiskapinum.

 

- Bakkafrost keypti virkisbygningarnar, har landingarmiðstøðin áður helt til, og felagið ætlar at brúka bygningarnar til sítt alivirksemi á sjónum á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði og í Sundalagnum. Hetta virksemi er tó ikki komi í gongd, so í løtuni verða bygningarnir brúktir til goymslu hjá Bakkafrost.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at bygningurin hjá Snodd á bryggjuni í dag verður leigaður av Sandgrevstri, sum brúkar bygningin til at goyma laksafóður í. Fóðurið verður innskipað og avskipað við Toftakaj.

 

- Sandgrevstur byggir í løtuni ein goymslubygning á havnalagnum á Toftum, sum verður umleið 1500 fermetrar stórur.

 

Í Nes kommunu siga tey, at Sp/f Steinhólm seinnu árini hevur havt plattaframleiðsu á havnalagnum á Toftum.

 

- Men, hin 27. mars 2018 var felagið fyri tí stóra óhappi, at plattavirkið brendi í grund. Í løtuni er ikki greitt, hvussu verður við virkseminum hjá Sp/f Steinhólm í framtíðini, siga tey í Nes kommunu.