2. deild
Síðani niðurflytingina í 1999 hevur tað leikliga ikki gingið nakran veg hjá ÍF. Í hvussu so er ikki rætta vegin, hóast teir hava verið undir liðunum, sum eru flutt upp.
Men nú kann tað væl fara at vísa seg, at vend fer at koma í. Tað var oyggjaruppgerðin ímóti teimum næstbestu av Toftum leygardagin ikki sørt av ábending um. Ikki óvæntað var í 1. hálvleiki greitt omaná. Teri skoraðu fyrsta stóra hálva tíman tý mál, og harvið var avgjørt, hvør skuldi hava stigini.
Eftir steðgin minkaði B68 beinanvegin um munin. Miðvallarin í høgru, Jóhan Dávur Højgaard, átti síðsta fótin á, eftir at bólturin var komin innfyri. B68 var meira við í 2. hálvleiki, og vetranbrøðurnir, Ingemar (í miðverjuni) og Aksel (í álopinum) Højgaard, fara ivaleyst saman við fleiri ungum og hugagóðum spælarum, sum eru við í kappingini um plássini á besta liðnum, at fáa fleiri stig. Men B68 megnaði ikki at kroysta ´F, og árið fer at vísa, um stigini fara at verða somikið mong, at B68 fer at sleppa undan at flyta niður aftur í 3. deild, sum teir í fjør vunnu seg upp úr.
Fuglfiriðingar hava fleiri ungar spælarar, og Sigríður Clementsen, sum er venjari, hevur spælskipanini um frá 3-5-2, sum ÍF hevur hildið seg til, til 4-4-2.
Jákup Helgi Egholm, sum í fjør vandi eitt sindur við HB, er aftur í ÍF málinum, har hann kapapst við unga Fróða Poulsen. Áki Petersen, sum í fjør var á Skála, er í miðverjuni saman við Viggo Johannesen. Jan Skoradal, sum áður hevur spælt við GÍ, var í høgra verjuborðið, og ein nýggjur og ungir maður, Sverri Ellingsgaard, var vongverji í vinstru. Á miðvøllinum var unglingaspælarin, Atli Petersen , í høgru, og í vinstru var veteranurin, Heini Heinason. Mitt fyri vóru John Thomsen og Høgni Zachariasen, sum hava verið við í fleiri ár. Á álopinum var Eyðolvur R. Petersen saman við unglingaspælaranum, Hanusi Eliasen. Ein annar unglingaspælari, Fritleif í Lambanum, kom á vøllin í seinna hálvleiki.
Heini Heinason skoraði fyrsta ÍF-málið, eftir at Atli Petersen hevði lagt innfyri úr høgru, og Hanus Eliasen økti til 2-0 og 3-0. Í báðum førunum var tað úr stuttari fjarstøðu, at hann sendi framvið B68 málverjanum. Í B68 stóð Mortan Hansen, sum áður hevur verið í NSÍ álopinum, og sum eisini hevur roynt seg í álopinum í 1. deild hjá B68.
ÍF-B68 3-1 (1-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Hanus Eliasen
3-0: Hanus Eliasen
3-1: Jóhan Dávur Højgaard