- Dagarnir kunnu verða ógvuliga tungir hjá eldri fólki, um eingin kemur á gátt. Tey hava brúk fyri at spegla sær í einum øðrum menniskja og fyri at vita, at tað er onkur, ið hevur áhugað fyri teimum, og kemur inn til tey. Tey eldri hava so nógv at siga frá, men eingin hevur tíð at lurta eftir teimum.
Tað sigur Eyrith Guttesen Leyri, ið er annar av samskiparunum av Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi Føroyar.
Endamálið hjá Vitjanartænastuni er at vitja fólk, ið føla seg einsamøll. Eina ferð um vikuna vitja fólk hjá felagsskapinum persónar, ið kenna seg einsamøll. Hagtølini vísa, at tað er brúk fyri tænastuni. Bara í Tórshavnar kommunu vitjar Reyður Krossur hvørja viku umleið tretivu fólk.
- Tey sum búgva heima sjálv verða raðfest fremst, men um vit hava møguleikan til tað, so finna vit eisini vitjunarvinir til fólk, ið sita einsamøll á røktarheimi. Starvsfólkini har hava nógv at gera, og hava ikki altíð tíð at sita og práta við tey eldri, sigur Eyrith Guttesen Leyri.
Tænastan virkar soleiðis, at Reyði Krossur fær áheitan frá fólkum, um at vitja ávísar persónar, ið hava tørv á eini vitjan.
- Nógv eldri sita einsamøll og hava ongan at tosa við. Vitjunartænastan fær javnan áheitan frá Heilræði, heilsustarvsfólki ella avvarðandi at fáa ein vitjunarvin til eldri fólk, ið eru nívd av einsemi, sigur Eyrith Guttesen Leyri og leggur afturat.
- Heilræði setir seg javnan í samband við Reyða Kross um vitjan til fólk. So fara vit og heilsa upp á viðkomandi, tosa við tey og finna fram til hvør hóskar seg best í heimið. Tað er umráðandi at finna rætta vitjunarvinin, ið hóskar til tað fólkið, ið skal hava vitjan. Vit brúka nógva tíð at tosa við bæði tey, ið vilja hava vitjan, og tey ið fara á vitjan.
Sambært Eyrith Guttesen Leyri, so eru tað serliga eldri fólk, ið taka lut í tænastuni, men at øll eru vælkomin.
- Flestu vitjunarvinir hjá Reyða Krossi eru eldri fólk, men tað eru eisini fleiri yngri, ið bjóða seg fram at vitja, sigur Eyrith Guttesen Leyri.
Royndirnar hjá Reyða Krossi vísa eisini, at tað ikki bara eru tey, ið verða vitja, ið fáa nakað gott burturúr vitjanini.
- Onkur stúrir eitt sindur fyri, um tey vita nakað at tosa um, ið tey eldri hava áhuga fyri. Men sum oftast riggar tað væl, hóast aldursmunurin er stórur. Tí tey eldri dáma væl at fortelja, og tey yngru at hoyra hvussu lívið var fyrr. Søgur úr gomlum døgum er sum eitt ævintýr fyri tey. Tey siga ofta, at tey fáa líka nógv burturúr, sum tann tey vitja.
Umframt vanligu vitjanartænastuna, so skipar Reyði Krossur eisini fyri einum tiltaki á Boðanesheiminum eina ferð um vikuna.
- Reyði Krossur hevur eisini undirhús á Boðanesheiminum,og er tað Kári Davidsen, vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, ið tekur sær av tí tveir tímar um vikuna. Hvønn mikudag frá klokkan ellivu savnast tíggju til fimtan mans á Boðanesheiminum, bæði frá heiminum og úti frá. Har verður prátað um alt gamalt og nýtt, og um at loysa ymisk verðsins trupulleikar.