Nógv djórasløg doyggja út

Amerikanskir granskarar siga í einari nýggjari frágreiðing, at nógv fuglasløg fara at doyggja út í komandi árum.

-Okkara kanningar vísa, at í hesari øldini fara kanska heili 14 prosent av heimsins fuglasløgum at doyggja út. Tað merkir, at um næsta aldarskiftið verða umleið 1200 færri fuglasløg enn í dag, stendur í frágreiðingini, sum granskarar á lærda Stanford-háskúlanum í Kalifornia hava skrivað.

Amerikonsku granskararnir siga, at tann stóri fugladeyðin fer at fáa stóra ávirkan á vistfrøðina nógvastaðni.

Aðrir granskarar hava fyrr víst á, at veðurlagsbroytingarnar fara eisini at hava við sær, at nógv súgdjórasløg fara at doyggja út. Eitt nú hava teir skrásett, at av summum djórasløgum er stovnurin minkaður heili 25 prosent tey seinnu árini.

Tað sama er galdandi fyri djórini í havinum. Granskararnir vilja millum annað vera við, at triðja hvørt skjaldbøkuslag er í vanda fyri at doyggja út.