Eirikur Lindenskov
Tey, sum hildu, at tað nú fór at vera bíligari at tryggja bilin, hava fingið aðra bók at lesa í.
Í øllum førum tey, sum hugsa um at keypa sær ein gamlan bil, sum er eldri enn frá 1993, tí Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt av at taka burtur aldursfrádráttin, sum higartil hevur verið galdandi.
Í 1992 broytti Tryggingarsambandið Føroyar eisini biltryggingina, og tá fastfrysti tryggingin aldursfrádráttin, so allir bilar, sum vóru tryggjaðir eftir 1993, máttu gjalda tað sama í trygging, sum ein nýggjur bilur kostar at tryggja.
Men nú tá Tryggingarfelagið Føroyar aftur broytti skipanina, hevur felagið tikið av aldursfrádráttin fyri gomlu bilarnar, og merkir tað, at bilar eldri enn frá 1993 verða munandi dýrari at tryggja - men felagið fer ikki at broyta tryggingargjaldið fyri teir bilar, sum eru tryggjaðir - bert teir, sum í framtíðini verða tryggjaðir, upplýsir Tryggingarfelagið Føroyar.
Hækkar við 113,7%
Á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (www.trygging.fo) er ein útrokningartalva, har fólk sjálv kunnu rokna sína biltrygging út. Og setir tú teg at kanna prísirnar, so er úrslitið skelkandi - í øllum førum fyri tey, sum fara at keypa sær ein brúktan bil - kanska frá 80?unum, og sum ætla at skrokktrygja hann:
Vit kunnu t. d. taka ein vanligan familjubil frá 1984 - ein Ford Orion 1.6 við fýra hurðum. Vit hugsa okkum, at ánarin er á fimta avsláttarstigi og at hann onga sjálvsábyrgd ynskir at hava.
Eftir gomlu skipanini verður ábyrgdargjaldið 434 krónur meðan skrokktryggingin verður 1.101 krónur - tilsamans kostar hendan tryggingin 1.535 krónur um ársfjórðingin.
Taka vit sama bil, sum automatiskt nú verður fluttur yvir í A-bólkin eftir nýggju tryggingarskipanini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, so er ábyrgdartryggingin hin sama, 434 krónur, meðan skrokktryggingin hækkar upp í 2.846 krónur. Tilsamans kostar tryggingin fyri ein Ford Orion 1.6 við fýra hurðum frá 1985 nú 3.280 krónur - ella 1.745 krónur meira. Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 113,7%.
Velja vit ein eitt sindur nýggjari bil - ein BMW 324 2,4 turbo diesel frá 1988, er dømið næstan líka grelt.
Vit velja nú 8. avsláttarstig og eins og frammanfyri er eingin sjálvsábyrgd. Hesin bilur kostaði eftir gomlu skipanini 256 krónur í ábyrgdartrygging. Skrokktryggingin var 1.497 krónur. Tilsamans kostar ábrygdartrygging og skrokktrygging fyri hendan bilin eftir gomlu skipanini 1.753 krónur.
Hesin bilur verður eisini fluttur automatiskt yvir í A-bólkin eftir nýggju skipanini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Her er ábyrgdartryggingin tann saman, 256 krónur. Men skrokktryggingin er nú 2.532 krónur, og kostar at tryggja tann sama 11 ára gamla bilin nú 2.788 krónur - ein vøkstur upp á 1.035 krónur.
Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 59%.
Taka vit nú ein minni bil - ein Opel Corsa frá 1988, so kostaði hann eftir gomlu skipanini 298 krónur í ábyrgdartrygging og 924 krónur í skrokktryggin. Tilsamans kostaði tryggingin av hesum bilinum 1.222 krónur.
Eftir nýggju skipanini (í A-bólkinum) kostar ábyrgdartryggingin eisini 298 krónur, men nú kostar skrokktryggingin 1.563 krónur. Tilsamans kostar tryggingin nú 1.861 krónur - ein vøkstur upp á 639 krónur um ársfjórðingin.










