Millum 13 og 15 mans eru til arbeiðis hvønn dag á Vágs Skipasmiðju, og her hevur verið nógv at gera í alt summar - alt frá vanligum viðlíkahaldi til ymiskar umvælingar og høvuðssýn.
Guðmundur K. Jacobsen, stjóri, sigur, at herfyri høvdu teir línuskipið Pison uppi. Skipið stóð á bedingini í eina lítla viku, har skrokkurin varð vaskaður og málaður, og sinkini vórðu skift.
- Í løtuni er kombineraða snellu-og línuskipið Norðsøki uppi, og her skulu vit eitt nú umvæla róður og kjøl, sum eru skaðar, ið skipið hevur fingið.
Guðmundur K. Jacobsen sigur, at útróðrarbáturin Akraleitið eisini hevur staðið á bedingini í eina tíð.
- Akraleitið fær høvuðssýn, og hetta arbeiðið verður gjørt, soleiðis at tað passar inn í annað virksemi á bedingini, sigur stjórin á Vágs Skipasmiðju.