Okkum dámar heilt væl drotningina og kongshús hennara. Tað siga í øllum førum 7 út av 10 føroyingar, sum VikuskiftisSosialurin hevur hitt á gøtuni í einum sera óvísindaligum spurnarumfari.
Men hvat er tað, ið fær borgarar í einum demokratiskum samfelag at góðtaka, at ein ávís familja fær pengar og vald av onga aðrari orsøk, enn at tey eru úr ávísari ætt? Henda spurningin seta vit Hera Signar Nolsøe, sum er søgufrøðingurin og sjálvur er ein ektaður royalistur.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.