Nógv megna ikki at gjøgnumføra ein biltúr uttan at klandrast. - Hetta kann gera sítt til, at fleiri óhapp verða í ferðsluni, meta norskir serfrøðingar Spanski bilframleiðarin SEAT hevur gjørt ein rættiliga umfatandi kanning millum samanlagt 3000 bilførarar.
Kanningin staðfestir, at 71 prosent av teimum spurdu hava klandrast við sína betru helvt um atburðin í ferðsluni hjá tí, sum situr við róðrið.
Sambært kanningini byrjar klandrið í miðal 22 minuttir eftir at koyritúrurin byrjar.
Støðið í klandrinum er sjálvandi ymiskt. Meiri enn helmingurin av luttakarunum í kanningini svaraðu, at tey hava klandrast so mikið, at tey ikki skiftu eitt einasta orð við hin restina av koyritúrinum.
Fyri ein av hvørjum tíggju luttakarum í kanningini, gjørdist úrslitið av klandrinum, at tey valdu at lata seg skilja, skrivar bretska blaðið Daily Mail.
Ein av fimm sigur, at tey settu bilin framvið vegnum, og noktaðu at koyra víðari, fyrrenn partnarin var farin út úr bilinum. Umleið líka so nógv svaraðu, at tey gjørdust so uppøst, at tey valdu heldur at ganga til hús.
Koyrirætningur og parkering eru millum tey eymastu punktini. 44 prosent av kl










