Nú gongur kappingin í trimum bólkum

Oddaliðini fingu øll fult, og botnliðini taptu øll. B36 er best eftir níggju tey fyrstu umførini, men skiftandi gongdin hevur boðað frá, at tað framvegis er møguleiki fyri, at okkurt, sum nú vendir upp, seinni kann fara at venda niður

Toppliðini eru øll stórir favorittar var yvirskriftin, tá ið 9. umfarið leygardagin varð undanumrøtt her á síðunum. Toppliðini vóru B36, NSÍ og HB. Tey vunnu øll sínar dystir, og harvið eru tey framvegis topplið. NSÍ er farið í summarfrí, og í annaðkvøld verður greitt, um teir skulu halda frí á silvur ella bronsu plássinum. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá HB í annaðkvøld. Tá skulu føroyameistararnir til Miðvágs, og tá mugu teir aftur finna seg í at vera roknaðir sum favorittar. Um HB fer at megna javnleik ella at vinna ímóti FS Vágum, so verða teir næstovast í summarsteðginum. Um FS Vágar fer at vinna, so verður NSÍ næstovast, og HB verður á triðja plássinum. Hetta er treytað av, at B36 megnar sína uppgávu.
Í annaðkvøld eru umframt FS Vágar hesir tríggjar dystirnir á skránni: KÍ-GÍ, B36-VB og B68-EB/Streymur.
Eftir níggjunda og síðsta umfarið í fyrra partinum av hesum kappingarárinum vísir støðutalvan, at kappingin er flokkað í tríggjar partar. Trý lið eru í toppinum, trý í botninum, og so eru hini fýra so at siga í einum bólki fyri seg.

Toppurin
Mest sannførandi av teimum trimum toppliðunum var sunnudagin B36. Eftir løku fyrstu umførini hevur B36 rættuliga fingið luft undir veingirnar. B36 sigurin á GÍ var tann sætti hjá árstalsfelagnum upp í slag og burtursæð frá skrædlinum, sum teir stóðu fyri ímóti KÍ, so var talan um størsta sigurin hjá B36 í ár. B36 hevur ikki mist stig, síðani teir 29. mai taptu 1-0 á Svangaskarði, og teir hava neyvan nakað ímóti, at teir nú verða mettir sum fremsta boðið upp á FM heitið. Mikukvøldið eiga teir heimavøll ímóti VB, og soleiðis sum gongdin hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar, so verður talan um mest óvæntaða úrslitið í kappingini, síðani EB/Streymur í 2. umfari vann á B36, um tað ikki fer at eydnast B36 í annaðkvøld í Gundadali at leggja trý stig millum seg og NSÍ.
HB verður favorittur í Miðvági, og tað er nógv, sum bendir á, at teir fara at halda frí frá landskappingini eitt stig aftanfyri B36.Men avrikini og úrslitini tær seinastu ferðirnar siga, at tað ber betri til at tosa við meistaraliðið, enn tað frammanundan kanska hevur verið roknað við.
NSÍ hevði stórt stríð í Miðvági, har tað var nógv meiri striltið hjá teimum at fáa øll stigini, enn tað frammanundan við støðutalvuni í huga kundi roknast við. Men NSÍ hevði hepnið og hugburðin, sum skal til fyri at vinna. Einki er at ivast í, at HB spælararnir fara at prenta veruleikan, sum gekk fyri seg í Miðvági sunnudagin, inn í seg sjálvar, áðrenn teir í morgin fara undir Vestmannasund.
Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skal NSÍ í Gundadal at spæla ímóti HB. Tá fæst at síggja, um tað verður HB ella NSÍ, sum verður størsti avbjóðarin hjá B36. Í sekstanda umfarinum skal B36 til Runavíkar, og í seytjanda umfarinum verður grannastríð í Gundadali, og úrslitið í teimum báðum dystunum fer ikki at hava so lítlan týdning fyri, hvat skáp FM heitið skal enda í.

Botnurin
Støðutalvan boðar frá, at avgerðin um, hvør skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, skal finnast millum Skála, VB og FS Vágar. Skálamenn megnaðu ikki sunnudagin at halda fram á Eiði, har teir sleptu á heimavølli ímóti FS Vágum mikukvøldið.
Felags fyri botnliðini er, at avrikini hjá teimum hava verið rættuliga óstøðug. Vágamenn eru illa sperdir,og teir vístu góðan hugburð, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa úrtøku. Sovorðið kostar sinniliga. Tískil er spurningurin, um teir fara at megna at menna seg aftur, áðrenn HB kemur vestur.
VB hevur fleiri ferðir staðið seg væl á Toftum, men hesa ferð fingu teir einki. Nú trý lið av álvara eru fyri seg sjálvi í botninum fara innanhýsis uppgerðirnar teirra millum at hava alstóran týdning. Tann fyrsta av hesum slagnum verður 10. august, tá ið VB skal til Miðvágs, tann næsta verður 21. september, tá ið VB skal spæla á Skála, og í næstsíðsta umfarinum fær FS Vágar vitjan av Skála. Tað vil altso siga, at VB skal spæla á útivølli ímóti hinum báðum í botninum. Tað verður strevið hjá vágbingum, men teir hava ofta víst seg at vera stinnar á Vágseiði - eisini ímóti toppliðunum - og tað kann vísa seg at gerast bjargingin hjá teimum.

Miðjan
Gøtumenn eru millum teirra sum í løtuni hava vánaligastu úrtøkuna. Tær seinastu nógvu ferðirnar hevur tað bara eydnast teimum at vinna á heimavølli ímóti VB, og í løtuni er tað einki í GÍ spælinum, sum bendir á, at tað skal bera teimum til eftir summarsteðgin at lyfta seg upp millum oddaliðini. Tað hava teir annars ofta megnað. Kortini er fjarstøðan so mikið lítil, at GÍ við sigri í Klaksvík í annaðkvøld kann nærkast NSÍ.
Men um KÍ megnar at framala sama hugburðin ímóti GÍ, sum teir gjørdu ímóti HB sunnudagin, so verður uppgávan hjá GÍ stór. Hjá klaksvíkingum verður tað spennandi at fara á vøllin í morgin. Avrikini seinastu vikurnar hava verið sera óstøðug. Ímóti HB var liðið rættuliga ólíkt tí, sum spældi í Runavík. Hesa ferð tóktust allir spælararnir at vera fullførir, og tað er fyrsta fyritreytin, um hugast skal um góð úrslit og harvið fleiri stig. KÍ hevur tapt ímóti øllum teimum trimum oddaliðunum, og tað hevur kostað nógv. Sunnudagin var um reppið, at liðið fór fyri bakka, tá ið HB var frammanfyri 2-0 og bara góð bjarging hjá málverjanum forðaði triðja HB málinum. Tað vendi hjá KÍ, og so er spurningurin, um teir megna at byggja víðari á gongdina síðsta tíman ímóti HB.
B68 er nú nummar fýra. Ímóti EB/Streymi mikukvøldið hava teir møguleika at koma NSÍ so mikið nær, at tað fer at bera til at vinna munin aftur í einum umfari. Tí fara bæði teir og EB/Streymur at hava nógv at spæla fyri, tá ið liðini fara at hittast á Svangaskarði í annaðkvøld. EB/Streymur hevur við sigrinum á skálamonnum tikið risastig úr botninum. Fyri fyrstu ferð, síðan teir gjørdust partur av bestu deildini, kunnu teir rokna seg at vera partur at miðjuni.
Hesa ferð var talan um tveir útisigrar og tríggjar heimasigrar. Úrslitini higartil hava ikki altíð verið, sum tað hevði verið roknað við, og tað ber við sær, at tað verður spennandi í annaðkvøld og aftur, tá ið tað eftir ólavsøku verður farið undir átta tey síðstu umførini.