Við at samanbera EEG-royndir ber til at staðfesta Alzheimers og aðrar minnissjúkur væl fyrr enn við verandi framferðarhátti. Tað kunngjørdi fyritøkan Mentis Cura á einari samkomu hjá íslendska læknafelagnum nú um dagarnar.
-Sambært tí, sum vit higartil eru komin til, eru sera álítandi ábendingar um, at framferðarhátturin kann hjálpa við at staðfesta sjúkuna upp í trý til fimm ár, áðrenn klinisk sjúkueyðkenni vísa seg, segði Kristinn Johnsen hjá Mentis Cura á ráðstevnuni. Hann legði afturat, at útlendskar heilivágfyritøkur og vísindafólk hava víst hesum stóran áhuga.
Forritið, sum Mentis Cura hevur ment, kann arbeiða saman við øllum ESG-tólum og kann brúkast á øllum sjúkrahúsum og aðrastaðni. EEG-úrslitini kunnu sendast serlæknum umvegis netið, og sambært Mentis Cura tekur øll royndin millum ein hálvan tíma og trý korter.