Nýggjur superbólkur verður við í GBOB

Mánakvøldið teknaði bólkur nummar 20 luttøku í The Global Battle Of The Bands. Tað var ikki hissini bólkur. Handan navnið Moja, goyma seg fleiri av kendastu og dugnaligastu sangarum og tónleikarum í landinum.