Tórshavnar Skipasmiðja skal nú hava nýggjan stjóra.
Tað er greitt eftir at Gunnar Mohr, nú hevur gjørt av at leggja frá sær
Hann fer úr stjórastarvinum tann 1. februar, men avloysarin er longu klárur.
Nýggjur stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju verður Eyðfinn Egholm.
Gunnar Mohr hevur verið stjóri í Skipasmiðjuni seinastu 17 árini, men nú hevur hann hug at royna okkurt nýtt.
Hann sigur, at hjá honum er hetta ein líka kensluborin avgerð, sum tað var at selja Skipasmiðjuna.
Samstundis ynkir hann starvsfólkum og felagnum blíðan byr.
Í tíðindaskrivi sigur nevdin í Skipasmiðjuni, at hon harmast um at missa Gunnar, men takkar honum samstundis fyri gott samstarv og ynskir honum góðan byr frameftir.
Samstundis fegnast nevndin um at hava fingið Eyðgfinn Egholm til nýggjan stjóra.
Eyðfinn Egholm er tekniskur stjóri hjá Danisco Sugar, Nykøbing Sukkerfabrik. Hann er Civilverkfrøðingur á maskintekniska økinum umframt at hann hevur búskaparliga útbúgving (HD-Fin).
Síðani 1.juni 2007 hevur Eyðfinn Egholm eisini verið nevndarformaður fyri Tórshavnar Skipasmiðju, og kennir tí fyritøkuna væl.
Tá ið Eyðfinn Egholm verður stjóri í Skipasmiðjuni fer hann frá sum nevndarformaður. Í tíðini fram til 1. februar 2008 verður arbeitt við at finna nýggjan nevndarformann.