Nýggjur stjóri á Larsen Seafood

Bogi Rasmussen farin frá sum stjóri á Larsen Seafood

Samtakið Christian í Grótinum keypti í 2015 danska felagið Larsesum Seafood, ið er staðsett í Týsklandi.

 

Samtakið Christian í Grótinum keypti Larsen Seafood við tí fyri eyga, at víðarivirka fisk til matvørur. Tollavmarkingar gjørdu tað ov kostnaðarmikið at gera tað í Føroyum. Samtakið úr Klaksvík tók avleiðingarnar av tí og keypti Larsen Seafood, sum tá var í fíggjarligum trupulleikum.

 

Bogi Rasmussen var settur sum stjóri og hann tók við tí starvinum í februar 2015. Nú er eitt stjóraskiftið farið fram. Tó halda føroyingar fram at taka sær av dagliga rakstrinum. Jan Petersen, sum eisini er stjóri á samtakinum, er settur í starv sum stjóri á Larsen Seafood frá 1. oktober í ár.

 

- Tað er rætt, at eitt stjóraskiftið er farið fram, men vit hava ikki gjørt nógv burturúr tí. Ætlanin var allatíð, at eg skuldi verða stjóri í tvey ár og tá so Jan Petersen herfyri bleiv settur sum stjóri á Christian í Grótinum, mettu vit tað verða passaligt um hann eisini tók við sum stjóri á Larsen Seafood, sigur Bogi Rasmussen, ið fyribils er í feriu inntil 1. januar, tá hann eftir ætlan gerst sjómaður aftur.

 

Bogi Rasmussen sigur, at byrjanin á royndina í Týsklandi hevur verið tung, men at teir nú eru í samráðingum um sáttmálar fyri 2017.

 

- Vit eru í forhandlingum við kundar uppá okkara vørur fyri 2017. Higartil hava vit fingið nakrara sáttmálar uppá pláss við nýggjum kundum, men enn eru í samráðingum, so tað er ikki so nógv at siga beint nú, sigur Bogi Rasmussen.

 

Umframt stjóran Jan Petersen, er Rógvi Biskopstø settur í starv. Hann skal stuðla stjóranum í rakstrinum av felagnum, umframt at hann er partur av framleiðsluni, sigur Bogi Rasmussen.

 

Larsen Seafood hevur eitt virki í Flensburg, ið virkar makrel umframt eitt virki í Bremerhavn, ið virkar upsa  og tosk.