Um ársskiftið fær Ísland nýggjan sendiharra í Føroyum. Eiður Guðnason, sum hevur verið íslendskur aðalkonsul síðani 1. apríl í fjør fer heimaftur, og sendiharri Íslands í Washington D.C., USA loysir hann av
Tá Eiður Guðnason tók við sum aðalkonslul, kom hann úr starvi sum sendiharri í Beijing í Kina. Tá helt hann við einum brosi fyri, at hann kom ?úr tí størsta landinum til tað besta landið?.
Eiður Guðnason hevur annars eina fortíð sum alþingsmaður fyri íslendska javnaðarflokkin og sum sjónvarpsjournalistur. Nýggi maðurin í hansara stað kemur úr heimsins máttmiklasta landi, Amerika. Tað er sendimaður Íslands í Washington, Albert Jónsson.