Eftir at hava sitið í íslendska forsætisráðharrastólinum í 13 ár, lat Davíð Oddson mikudagin sætið til uttanríksráðharra sín, Halldór Ásgrímsson. Teir skiftu um starv, soleiðis at Davíð Oddsson nú er uttanríkisráðharri.
Sjálvstæðismaðurin Davíð Oddsson hevur verið íslendskur forsætisráðharri í 13 ár, og nógv teirra, sum starvast í forsætismálaráðnum, kenna ikki til annað enn, at hann situr í stólinum í vestara enda í lítlu, gomlu húsunum við Lækjargatu. Men frá hálvum september í ár verður tað so framsóknarmaðurin Halldór Ásgrímsson, sum fer at røkja hetta starvið.
Halldór Ásgímsson er royndur politikari. Hann hevur samanlagt verið tingmaður í 29 ár, og ráðharri hevur hann verið í 17 ár. Umframt at hava verið uttanríkisráðharri, hevur hann millum annað eisini verið fiskimálaráðharri í Íslandi.
Davíð Oddsson var í eitt áramál borgarstjóri í Reykjavík, áðrenn hann fór upp í landspolitikk og gjørdist forsætisráðharri Íslands. Tað var hann, sum var vertur, tá Ronald Reagan og Michail Gorbatjov í 1985 hildu fund í móttøkuhúsunum Høfða í Reykajvík.
Forsætisráðharraskiftið í Íslandi mikudagin er liður í avtalu, sum gjørd varð eftir valið seinast. Samstundis varð eisini umhvørvismálaráðharrin skiftur út.
Tað er alment kent, at heilsustøða Davíð Oddssonar hevur verið heldur vánalig seinnu tíðina, og hann hevur fingið fleiri persónligar heilsanir hesar dagarnar undan ráðharraskiftinum, vistu starvsfólk í forsætismálaráðnum at siga frá mikudagin. Millum annað var heilsa komin frá amerikanska forsetanum Geroge Bush og frá fyrrverandi forsetafrúuni Hillary Clinton við ynski um góðan betring.
Tað sama ynskti nýggi íslendski forsætisráðharrin, Halldor Ásgrímsson, eisini udnanmanni sínum, tá hann mikudagin fekk lykilin til forsætismálaráðið frá Davíði Oddsyni.
Íslendski forsætisráðharrin heldur til í einum lítlum húsum frá 1756, sum standa í miðbýnum í Reykjavík. Beint niðan fyri íslendsku operuna. Tá sagt verður lítlum húsum, skal tað skiljast bókstaviligt. Til smanbering kann sigast, at løgmansskrivstovan í Tinganesi man hava umleið tað dupulta av húsarúmd.
Saman við forsætis- og uttanríkisráðharrunum fluttu eisini summi av ovastu starvsfólkunum við ráðharrum sínum í nýggja ráðstovu mikudagin.










