Nýggjur skeiðdepil

Skúlastjórnarnir halda báðir, at nógvir fyrimunir eru við eini samanlegging av skeiðtænastunum hjá Tekniska Skúla og Handilsskúlanum

 

Samanlegging


Hvat hava ein handverkari og ein skrivstovumaður til felags? Kanska ikki so heilt nógv, vilja fleiri vera við, men millum hesi teljast so ikki skúlastjórarnir á Handilsskúlanum og Tekniska Skúla.


Samanleggin

Teir báðir skúlarnir hava longu í fleiri ár hjavt hvør sína skeiðtænastu, har av serliga tann hjá Handilsskúlanum hevur verið skipað, meðan tann hjá Tekniska Skúla í nógvar mátar hevur verið skipað eftir tørvi. Millum annað hevur Tekniski skúli havt skeið í nýggjari tøkni innan ymsu handverksgreinarnar.

Handilsskúlin hevur hinvegin, síðani skeiðtæntastan byrjaði í 1987, lagt seg meira eftir skrivstovuyrkinum. At byrja við einamest innan teldunýtslu, men so við og við eru onnur skeið komin afturat, og fevnir skeiðtænasta teirra í dag um hópin av skeiðum innan fyrisiting, mál, persónliga menning o.s.fr.

Nú er so gjørt av, at skeiðtænasturnar skulu leggjast saman.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at orsøkirnar til samanleggingina sjálvandi eru fleiri, men at tær avbjóðingar, sum ein møgulig oljuvinna fer at geva, so avgjørt hevur skumpað undir.

Eisini verður í tíðindaskrivinum sagt, at tað umsitingarliga gerst nógv bíligari, nú skeiðtænastan verður rikin í felag.


Raka fleiri brúkarar

Umframt teir fyrimunir, sum eru nevndir í tíðndaskrivinum, so er tað serliga ein annar fyrimunur, sum teir báðir stjórarnir leggja dent á, tá vit mikudagin fingu orðið á teir.

- Við tað at báðir skúlarnir eru vinnuskúlar, hava vit kanska á ein hátt ligið í kapping við hvønn annan um ávísar málbólkar, men fyri ikki at stjala viðskiftafólk frá hvørjum øðrum, hava skeiðstilboðini ofta verið avmarkað, soleiðis at vit ikki hava flutt okkum inn á yrkisøkið hjá hvørjum øðrum. Hetta hevur heilt víst viðført, at summi møgulig viðskiftafólk eru sett millum tveir stóla, tí ein »grá zona« hevur verið ímillum okkum. Við eini felags skeiðtænastu verður málbólkurin nógv breiðari, ella tú kanst siga, at kontaktflatan hjá okkum gerst størri, sigur Egon Øregaard, og stjórin á Handilsskúlanum er heldur ikki ósamdur í hesum.

- Tað spælir heilt víst inn, at kontaktflatan hjá okkum við hesum verður størri, heldur Ragnar Magnussen.

Víðari sigur hann, at hann ivast heldur ikki í, at hetta eisini fer at styrkja báðar skeiðtænasturnar.

- Bara tað, at vit eru saman, ger vit standa okkum nógv sterkari í kappingini, men fíggjarliga eru so avgjørt eisini stórir fyrimunir.

- Tá lærarar skulu útbúgvast víðari, sleppa vit undan at gera hetta hvør í sínum lagi, tí í fleiri førum hevur verið talan um at kalla eins lærugreinar, innan ymsu skeiðini. Eisini viðvíkjandi hølisviðurskiftum er tað ein stórur fyrimunur, tí vit kunnu gerast meira fleksibul, tá fleiri høli eru at velja ímillum.

Annars er meira at lesa um skeiðdepilin í faldaranum, sum júst er útkomin. Har umframt ber eisini til at fara á alnetið á http:/sth.olivant.fo. Hendan síðan verður ætlandi broytt nakað skjótt til sdm.fo.


Verður kanska størri

Sum vit sita her úti í Marknagili, har stjórarnir báðir eru grannar, slepst heldur ikki undan, at prátið fellur inn á ein møguligan skúladepil, sum eftir skal liggja í Marknagili við Handilsskúla, Tekniskum Skúla og Studentarskúla.

Spurdir, um hetta samstarvið millum skúlararnar kann hugsast at vaksa, um talan verður um ein skúladepil, vilja teir báðir ikki gera ov stórar staðfestingar, men hinvegin halda teir, at hetta avgjørt kundi styrkt um skúlarnar.

- Tað er ein sannroynd, at við tíðini gerast førleikakrøvini innan ymsu vinnugreinarnar alsamt størri, og tí eigur eitt samstarv í nógvar mátar at vera gagnligt.

- Tað verður helst eisini neyðugt við samstarvi í einum møguligum skúladepli. Vit hava jú ikki tær stóru eindirnar í Føroyum, og fyrisitngarliga vil slikt samstarv altíð verða ein fyrimunur. Bara í Danmark hevur tú skúlar við fleiri túsund næmingum, og ein møguligur skúladepil fer kanska um fevna um einar túsund, so hóast ein slíkur depil ljóðar ógvusligur, so er tað kortini ikki so, sigur Egon Øregaard at enda.