Nýggjur salur skapar nýggjar møguleikar

Samkoman Zion í Kollafirði telist ikki millum tær stóru í landinum. Hetta forðar teimum kortini ikki í at hugsa frameftir: Teir umvæla í løtuni tann gamla bygningin, samstundis sum grivið er út fyri einum nýggjum møtisali í bygdini.

Kollafjørður: Leygardag er vanliga ikki nógv virksemi í samkomuni "Zion" í Kollafirði.
Men hesar seinastu leygardagarnar hevur ein sæð menn og kvinnur ganga út og inn har í arbeiðsklæðum. Og soleiðis var eisini seinasta leygardag.
Í ovaru hæddini vóru nakrir mans og ein kvinna í ferð við at mála veggir og vindeygu. Stólar, talarastólur og annað var væl dekkað til miðskeiðis á gólvinum, og í einum horni stóð eitt borð við kaffikoppum og breyði.
Men hetta var tó ikki øll manningin henda dagin. Niðri í kjallaranum hoyrdist ljóðið frá eini sag, ið arbeiddi. Og her niðri, í tí lítla og lága kjallaranum, vóru Poul Johannesen og Poul Øregaard í ferð við at skera eina plátu til, sum síðani skuldi festast.
Tíðin var nú komin til at geva hesum hundrað ára gamla bygninginum ávísar ábøtur, soleiðis at karmarnir fyri virkseminum í samkomuni kunnu gerast enn betri.
- Arbeiðið hevur gingið væl, og kemur helst at taka ein mánað aftrat, sigur ein av arbeiðsmonnunum, klaksvíkingurin, Poul Johannesen, sum býr á Signabø.
Hóast ábøturnar verða gjørdar nú, so síggja tey í samkomuni fram til at kunna fara í ein spildurnýggjan bygning aðrastaðni í bygdini um nøkur ár.


Fjølbroytt virksemi
At tey nú eru farin undir at gera ábøtur á henda gamla bygningin, er við tí fyri eyga at gera hann meiri tíðarhóskandi.
Við hesum ynskir samkoman at skapa møguleikar fyri meiri fjølbroyttum andaligum virksemi, sum vendir sær bæði til børnini, tey ungu og tey tilkomnu.
Samkoman eigur nakað av tekniskari útgerð, sum tey brúka tá størri tiltøk eru á skránni. Nú er so ætlanin at henda útgerðin skal eiga sítt fasta pláss í kjallaranum.
Arbeiðið við at gera ábøtur á bygningin byrjaði fyri einum sløkum mánaði síðani, og fer helst at taka ein mánað aftrat.

Annað fiskarí í dag
Hóast Zion ikki telist millum teir størstu samkomubygningarnar í landinum, so gongur eitt rættiliga stórt virksemi fyri seg í húsinum.
Fyri eini hundrað árum síðani varð tað brúkt sum fiskahús, men síðani miðskeiðis í tríati-árunum hevur tað virkað sum møtisalur hjá Brøðrasamkomuni í Kollafirði.
Hvønn sunnumorgun er møti og aftur um kvøldið. Haraftrat eru møti mikudagar og møtir fyri tey ungu aðru hvørja viku. Børnini verða sjálvandi ikki gloymd, tí tey hittast til sunnudagsskúla hvønn sunnudag.
Við teim ábøtum og broytingum, sum nú verða gjørdar inni í húsinum, verða skaptir møguleikar fyri øktum barnaarbeiði í samkomuni. Ætlanin er at innrætta kjallaran, soleiðis at hann verður vælegnaður til tey ungu og til meiri kreativt barnaarbeiði.
- Og so kunnu vit jú eisini nýta kjallaran, tá størri tiltøk eru, sigur Poul Johannesen.
Ætlanin er somuleiðis at flyta toilettini niður í kjallaran, og at gera eina trappu millum báðar hæddirnar.


Nýggjan sal
Hetta arbeiðið í verandi sali verður gjørt, samstundis sum arbeitt verður við fyrireiking til ein heilt nýggjan og munandi størri sal aðrastaðni í bygdini.
Tekningin er klár til henda nýggja salin, sum ætlanin er at byggja á miðstaðarøkinum niðanfyri ítróttarhøllina í bygdini.
- Økið er útgrivið, og í summar fara vit so at planera, sigur Poul.
Talan er her um ein 240 fermetra stóran bygning í tveimum hæddum, við øllum hentleikum sum krevjast til ein slíkan samkomubygning. Í nýggja salinum verða ikki færri enn tríggir salir, sum kunnu brúkast samstundis við størri tiltøk.
-Vit fara at arbeiða soleiðis sum fíggjarstøðan verður. Og tí kann væntast, at tað fara at ganga nøkur ár til hann verður liðugur.
-Vit eru ein lítil samkoma við lítið av kreftum, men hann skal nokk blíva liðugur, sigur Poul.