Nýggjur sýslumaður

   

Kristjan Martin Joensen er settur sum sýslumaður í Runavík frá 1. oktober 2004 at rokna.
Starvið hevur verið røkt av Kristjan Martini, síðani 1. desember 2001, tá táverandi sýslumaðurin fór í annað starv, men nú verður hann so formliga settur í starvið.
Kristjan Martin er 54 ára gamal. Hann byrjaði hjá politinum í 1983, og síðani 1988 hevur hann virkað sum løgreglumaður her í Føroyum.