Nýggjur orkupolitikkur

Tíðindaskriv
Oljufyrisitingin


Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm hevur sett ein arbeiðsbólk at orða eitt uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk og elveitingarlóg. Í hesum sambandi er gjørt av at seta ein hoyringsbólk við umboðum úr feløgum og felagsskapum, at umboða føroyska orkuøkið, bæði sum veitarar og brúkarar. Endamálið við hoyringsbólkinum er at tryggja, at øll viðkomandi sjónarmið verða tikin við í arbeiðið.
Ætlanin er at skipa eitt regluligt og formligt samskifti millum hoyringsbólkin og arbeiðsbólkin, og vil Oljufyrisitingin hervið bjóða Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelagi at velja eitt umboð í hoyringsbólkin.
Vit vilja eisini nýta høvið at bjóða til fyrsta fundin við hoyringsbólkin hósdagin tann 1. juli klokkan 10:00 í hølunum hjá Oljufyrisitingini í Brekkutúni 1. Her verður kunnað um  arbeiðssetning, og um hvussu arbeiðið ætlandi verður skipað.
Til fyrsta fundin verður heitt á hesar partar um at taka lut: SEV, P/F Fjarhitafelagið, Føroya Kommunufelag, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Føroya Reiðarafelag, P/F Føroya Shell, IRF, Kommunusamskipan Føroya, Kommunala Brennistøðin, Sp/F Røkt, P/F Statoil og Vinnuhúsið.
Vinarliga boðað frá luttøku til Oljufyrisitingina innan 29.juni, og hvør kemur at umboða tykkum í hoyringsbólkinum.