Tað eru fáar bilverksmiðjur, sum seinastu tíðina eru komnir á marknaðin við so nógvum nýggheitum sum Renault. Bara í ár eru teir komnir við nýggjum Laguna, Kangoo, Grand Modus og Twingo, eins og fleiri aðrar nýggheitir eru á veg sum t.d. Koleos, Mégane og Scénic.
Tann fyrri Renault Twingo var ein bilur sum vakti ans, tá hann kom á marknaðin fyri 15 árum síðan. Hann var ein smartur og væl innrættaður minibilur, t.d. var hann ein av teimum fyrstu bilunum, har baksetrið kundi flytast aftur og fram fyri antin at økja um viðførisrúmið ella geva betri beinbláss til tey á baksetrinum.
Twingo er tann minsti Renault og hevur verið fyrimyndin hjá fleiri øðrum minibilum.
Eins og forgangarin verður hesin einans gjørdur við trimum hurðum. Kabinan er nokk so sermerkt við t.d. talgildum speedometri og øðrum instrumentum í miðjuni á instrumentborðinum, meðan snúningsteljarin er framman fyri bilføraran.
Nýggi Clio er 17 cm longri enn forgangarin og aksilfrástøðan er eisini væl størri. Hetta ger, at bilurin er bæði størri og rúmigari enn forgangarin.
Clio fæst við 1,2 litra bensinmotori við 76 hk og 1,5 litra DCI dieselmotori við 64 hk.
Bilurin, ið vit royndarkoyrdu, var ein væl útgjørdur Clio 1,2 Dynamique við eykaútgerð sum t.d. eyka myrkum rútum aftan, leðurróðri, radio við CD og MP3, ið kann stillast frá rattinum, takspoilara og 15” alufelgum. Við allari útgerðini kostar hann kr. 172.200,-.
Renault Clio kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við kr. 129.800 fyri ein Expression 1,2 við 76hk.